Alt fótbóltsfólkið í Íslandi heldur andadráttinum. Í annaðkvøld skal íslendska A-landsliðið spæla HM-undankappingardyst ímóti Noregi á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Uttan iva er talan um týdningarmesta landsdystin hjá Ìslandi nakrantíð. Vinnur Ísland, so tryggja teir sær annað plássið í HM-undankappingarbólki E. og harvið rættin at spæla tveir dystir ímóti einum øðrum tveyara um rættin at spæla í HM-endaspælinum í Brasil.
Íslendingar í hópatali eru komnir til norska høvuðsstaðin, og nú norðmenn hava mist møguleikan at vinna seg í HM-endaspæli eru nógvir norðmenn til reiðar at selja atgongumerkini hjá sær til íslendskar fjepparar.
Fær Ísland bert javnleik ímóti Noregi, so hevur Ísland brúk fyri, at Sveis á heimavølli fær javnt ella vinnur á Slovenia. Vinnur Slovenia, og Ísland ikki fær fult í Oslo, so fer Slovenia við øðrum plássinum í bólki E.
Sambært tí nýggja norska landsliðsvenjaranum, Per Mathias Høgmo, so er Ísland og venjara tess, Lars Lagerbäck (myndin) fyrimyndin hjá norska landsliðnum. Per Mathias Høgmo heldur tað verða klókt av íslendska landsliðsvenjaranum at satsa uppá tann gylta U21 árgangin, sum spældi seg í U21 EM-endaspælið í 2011. Noreg má byggja upp heilt av nýggjum, sigur norski landsliðsvenjarin við íslendska Morgunblaðið.
Lars Lagerbäck væntar tó ein torføran dyst ímóti Noregi, og hann ætlar ikki at satsa uppá, at Sveis vinnur á Slovenia, men heldur fáa ein sigur heim, og harvið hava lagnuna í egnum hondum.