Tann størra helvtin av teimum 85 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var frá einum línuskipi, sum hevði roynt eftir toski og hýsu vestanfyri. Harafturat var nakað av trolfiski og útróðrarfiski.
Mest var av hýsu, eini 35 tons. Tann størsta hýsan fór fyri 12,44 krónur í meðal, hýsa II fór fyri 11,41 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 9,69 krónur fyri kilo.
Av toski vóru 30 tons. Tann størra helvtin var toskur III, sum fekk meðalprísin 14,97 krónur. Eini átta tons vóru av kongafiski, og tað mesta fór fyri 11,28 krónur.
Í dag var eitt tons av toskarognum á uppboðssøluni, og tey fóru fyri átta krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 85 tons í dag fyri eina góða millión krónur.