Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum er 2,2 prosent. Hetta er tað sama, tað hevur verið í vetur.
Uppgerðin vísir, at arbeiðsloysið í Suðuroy er væl hægri enn miðal fyri alt landið. Í Suðuroy er arbeiðsloysið 5,0 prosent. Tað hevur annars verið fallandi, frá tí at tað var hægst í fjørsummar við 6 prosentum, men nú leyp tað upp aftur á 5 prosent, sigur Hagstovan.
Minsta arbeiðsloysið er í Norðoyggju og Norðstreymoy, har tað er 1,5 prosent. Í Vágum er tað 1,6 prosent, í Sandoy 1,8 prosent, í Eysturoy 2,2 prosent og í Suðurstreymoy 2,5 prosent.
Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága og Sandoyar sýslum har tað er nakað hægri hjá monnum.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,1%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,6%.