Havnarkórið
------
Í skránni, sum útvarpið hevði at halda seg til, nú oratorium Händels “Messias” bleiv sent um jólini, var ikki tilskilað, hvørjir kórsangarnir vóru – bara tað, at Havnarkórið skipaði fyri tiltakinum. Lurtarar máttu tí fáa ta fatan, at tað megnarkór, tey fingu at hoyra, bara var Havnarkórið.
Vit vilja tí fegin gera vart við, at meginparturin av hesum stóra felagskóri vóru sangarar úr øðrum kórum so sum kvinnukórunum Suð í Klaksvík og Cantabile í Havn, úr Ebenezerkórinum og øðrum kórum av bygd og úr býi.
At hetta kórsamarbeiði kundi fáast í lag, eru vit sera takksom fyri.