Millum tey afturvendandi tónaverk, sum um hesa tíð fram móti jólum ljóma í kirkjum, samkomuhúsum og konserthøllum er oratoriið Messias Oratoriið Messias, sum G. Fr. Händel festi á blað fyri meira enn hálvaritriðju øld síðan stendur á skránni.
Havnarkórið skipar fyri tiltakinum við stuðli frá øðrum kórsangarum í Havn, úr Klaksvík, Fuglafirði, av Eiði, úr Kvívík og úr Vestmanna, - tilsamans meira enn 70 úrvaldir sangarar. Musikkskúlalærarar og framkomnir musikkskúlanæmingar mynda 22-mannaða orkestrið, og teir fýra sangsolistarnir koma úr Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo og Wien.
Konsertmeistari er Nikolas Kapnas, og dirigentur er Ólavur á Heygum Hátún.
Framførslurnar verða í Fríðrikskirkjuni leygardagin 13. desember kl. 16 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 14. desember kl. 16.










