Messi yvirhálað Batistuta

Lionel Messi hevur lætt spæl í Copa Amerika

Lionel Messi og Argentina eru í finlauni í Copa Amerika, sum svarar til EM á tí økinum. Tað gjørdu teir við løttum 4-0 sigri á USA, sum ikki hevði eitt tað einasta skot á mál í øllum dysitnum.

 

Serligt við dystinum var, at Lionel Messi við framúr frísparki tók metið sum mest skoraði spælarin á argentinska landsliðnum frá málslúkinum Gabriel Batistuta.

 

Lionel Messi hevur nú skotið 55 mál fyri Argentina.