Í kvøld verða seinnu dystirnir í 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Serliga Tottenham er í mótbrekku í dag, eftir at liðið tapti fyrsta dystin móti Inter Milan. Nú koma Lionel Messi og FC Barcelona á vitjan.
Bæði FC Barcelona og Inter Milan hava trý stig í bólki B, meðan Tottenham í dag er uttan spælarar sum Christian Eriksen, Dele Alli og Jan Vertonghen. Fær Tottenham ikki stig í dag, meðan Inter Milan vinnur dystin á PSV, so verður longri á mál hjá enska liðnum.
Í bólki C er Liverpool á vitjan í Napoli í Italia. Eftir 3-2 sigurin á PSG í 1 umfari, hevur Liverpool góð kort á hondini, so eitt stig kann gera stóran mun, tí Napoli hevur bara eitt stig frá uppgerðini móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Reyðu Stjørnu.
2. umfar Champions League:
Bólkur A:
Atletico Madrid - Club Brugge (20.00)
Borussia Dortmund – Monaco (20.00)
Bólkur B:
PSV Eindhoven – Inter (20.00)
Tottenham Hotspur – Barcelona (20.00)
Bólkur C:
Paris Saint Germain - FK Crvena Zvezda (17.55)
Napoli – Liverpool (20.00)
Bólkur D:
Lokomotiv Moscow - Schalke 04 (17.55)
Porto – Galatasaray (20.00)