Messi sleppur ikki úr FC Barcelona

Argentinskir miðlar skrivar, at Lionel Messi helst verður verandi í FC Barceloan, tí eitt skifti er ikki møguligt

Framhaldssøgan um Lionel Messi og FC Barcelona heldur fram, men fyri fyrstu ferð síðani Lionel Messi boðaði FC Barcelona frá, at hann ynskir at skifta, so eru tekin um at skiftið ikki verður til nakað.

Í gjár vóru umboð fyri Lionel Messi á fundi við Josep Bartomeu, forseta í FC Barcelona. Talan er um umboðsmannin og pápa Lionel, Jorge Messi. Somu miðlarnir í Argentina, sum vistu um at Lionel Messi hevði sent FC Barceloan boð um at sleppa úr felagnum, skriva nú at Lionel Messi umhugsar støðuna. Teir skriva, at tað er 90 prosent vist, at hann nú heldur fram í felagnum.

Ein av orsøkunum er, at FC Barcelona kann krevja upp til fimm milliardir krónur fyri seks-falda Ballon d’Or vinnaran, um hann skal avstað í hesum steðginum. Manchester City er nokk einasta felagið, sum kann keypa hann leysan, men her sigst at Premier League felagið ikki hevur fleiri hundrað milliónir at brúka upp á skiftið, tá Lionel Messi skal hava so nógva løn.

Jorge Messi er siteraður fyri at siga, at tað verður torføri hjá sonum at halda fram í FC Barcelona, men avsannar at hava tosað við Manchester City ella Pep Guardiola. Hvussu er og ikki, so verður tað helst ein nýggjur partur av framhaldssøguni “Lionel Messi og FC Barcelona” í morgin.