Messi slær enn eitt met

Lionel Messi er nú mest skorandi leikari nakrantíð í Barcelona.

Tá Lionel Messi um vikuskiftið skeyt hattrick fyri Barcelona í 7-0 sigrinum á Osasuna, gjørdist Lionel Messi samstundis eisini mest skorandi leikari nakrantíð í felagnum.

 

Lionel Messi slegði metið hjá Paulinho Alcantara, ið hevur havt metið síðani í 1920'unum. Paulinho Alcantara spældi í Barcelona frá 1912 til 1927.

 

Lionel Messi sigur til spanskar miðlar aftaná dystin.

 

-      Um áskoðarnir vilja hava meg at halda fram í felagnum, so vil eg fegin tað. Mín ætlan er at enda karrieruna her í felagnum og eg stórtrívist.

 

Í heimligu kappingini hevur annars ikki gingið eftir vild hjá Barcelona í seinastuni. Liðið byrjaði kappingina væl og lá leingi á fyrsta plássinum. Nú er støðan tó tann at Barcelona hevur 4 stig upp til Real Madrid á fremsta plássinum.

 

Øll liðini uttan Villareal og Atletic Bilbao hava 10 dystir at leika í La Primera Division. Tey bæði liðini leika móti hvørjum í kvøld klokkan 21:00.