Messi skaddur í tríggjar mánaðir

Stjørnuskotið hjá FC Barcelona, Lionel Messi, kann í spæla fótbólt næstu tríggjar mánaðirnar. Í dystinum ímóti Zaragoza í gjárkvøldið var 19 ára gamli Messi so óheppin at bróta eitt bein í fótinum. Nú skal Messi leggjast undir skurð, og hann verður ikki førur fyri at spæla aftur fyrr enn einaferð í komandi ári. Frammanundan manglar Barcelona álopsspælaran Samuel Eto’o, sum ikki spælir aftur í ár orsaka av einum knæskaða.