Messi skaddur

Lionel Messi mátti berast av vøllinum, tá Barcelona í kvøld vann á Atletico Madrid. Real Madrid vann í gjár sín dyst. Barcelona hevði í dag eina torføra uppgávu á Vicente Calderón í Madrid ímóti Atletico Madrid. Eftir 13 minuttir legði Lionel Messi Barcelona á odda, men tíggju minuttir seinni javnaði Raul Garcia eftir horna. Tá ein hálvur tími var leiktur, kom avgerandi málið. Barcelona miðverjin, Gerard Pique, kom framvið í horna. Tað endaði við, at hann smekkaði bóltin í kassan til endaliga úrslitið 2-1 til Barcelona. Stutt fyri dystarenda mátti Lionel Messi berast av vøllinum, eftir takling frá Tomas Ujfalusi, sum eisini fekk reytt kort fyri taklingina.

- Messi skal til fleiri kanningar í morgin, men fyribils er beinbrot ikki ein møguleiki. Nú vóna vit bara tey boðini eru sonn. Messi er keddur um støðuna, men slíkt hendir í fóltbólti, sigur Pep Guardiola, ið er venjari hjá Barcelona.

José Mourinho og Real Madrid vunnu í gjár 2-1 á útivølli ímóti Real Sociedad. Ángel Di Maria legði Real Madrid á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Tíggju minuttir seinni javnaði Raúl Tamudo fyri vertirnar. Eitt korter fyri tíð avgjørdi heimsins dýrasti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, dystin.

Valencia er framvegis einasta liðið við fullari úrtøku fyri tríggjar dystir, meðan Real Madrid hevur sjey stig og Barcelona seks stig.