Í nátt vóru tveir dystir úr bólki B í Copa Amerika. Tann fyrri dysturin var ímillum Colombia og Quatar, og tann seinni var ímillum Argentina og Paraguay. Colombia mátti stríðast og strevast fyri einum týdningarmiklum sigri ímóti Quatar. Colombia megnaði tó at fáa tað forloysandi málið, tá ið bert fimm minuttir vóru eftir at spæla.
Tann seinni dysturin var ímillum Argentina og Paraguay. Argentina tapti fyrsta dystin í kappingini ímóti Colombia, tí var tað sera týdningarmikið, at teir fingu stigini í nátt. Men so var ikki, Argentina spældi javnleik, eftir at Quatar hevði tikið leiðsluna, skuldi eitt brotsspark frá Lionel Messi til fyri at fáa fyrsta stigið.
Nú er ikki vist um vit fáa Messi og Argentina at síggja í endaspælinum, hetta vóru kanska tvey heldur dýr stig at tveita fyri borð. Messi og Argentina skulu nú vinna seinasta dystin í bólkaspælinum, fyri at hava nakran møguleika fyri at spæla seg víðari. Argentina hava onki í egnum hondum, og mugu bert vóna, at Paraguay tapur seinasta dystin ímóti Colombia.
Bólkur B er serstakliga spennandi, og tað tykist ikki, sum at nakað av liðinum vil geva skarvin yvir. Hinir báðir bólkarnir í Copa Amerika, eru eisini spennandi, yvirlitið sæst HER
Í nátt klokkan 00:00 er enn ein dystur á skránni, hann er úr bólki C, og hann er ímillum Uruguay og Japan.