Hóast hann er 36 ára gamal, so er hann framvegis millum størstu fótbóltsstjørnurnar í heiminum, Lionel Messi.
Graml hevur verið um, at Messi sum spældi við FC Barcelona í 17 kappingarár, og við Paris Saint Germain í tvey kappingarár verður at síggja aftur í evropeiskum fótbólti, men hesum avvísir Messi.
Í einari samrøðu við ESPN staðfestir Messi, at Inter Miami, har hann spælir nú verður seinasta felagið á yrkisleiðini hjá honum.
Í 29 dystum fyri Inter Miami hevur Messi skorað 25 mál, og hann hevur lagt upp til 16 mál. Tað er David Beckham sum eigur Inter Miami.
Í samrøðuna við ESPN staðfestir Messi eisini, at tað kemur ikki upp á tal at stilla gaggurnar við tað fyrsta: - Eg eri ikki til reiðar at gevast við fótbólti. Eg havi fingist við hetta alt mítt lív. Eg njóti bæði venjingarnar og dystirnar.