Messi í miðdeplinum

Messi skoraði tríggjar ferði, tá ið Barcelona í fyrsta dystinum ímóti Ajax Amsterdam nakrantíð vann 4-0

Tað var, sum tað plagar at vera á Camp Nou. Í fyrstu avbjóðingini í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini var eingin ivi. Barcelona hevði vitjan av Ajax Amsterdam, og gestirnir vórðu sendir til hús við 4-0 tapi, sum var avleiðing av, at heimaliðið í løtum spældi framúr væl.

Og sum so ofta áður var tað Lionel Messi, sum var stóri maðurin. Hann skoraði trý mál, júst sum Ronaldo í Real Madrid í gjárkvøldið.

Ajax hevði møguleika at pynta um, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Men íslendski Kolbeinn Sigthórsson hevði ikki eydnuna við sær. Royndin úr ellivu metrum var ikki sannførandi, og tað var lætt hjá Victor Valdes at bjarga.

Dysturin var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Barcelona og Ajax hittust í europeiskari kapping.

Milan hevði vitjan av Celtic, og italsku favorittarnir megnaðu tað, sum tað varð roknað við. Men tað tók sína tíð, áðrenn 2-0 sigurin varð tryggjaður, og áskoðararnir góvu týðuliga til kennar, at teir vóru ikki nøgdir við avrikið hjá heimaliðnum. Skotarnir vístu góðan hugburð, teir vóru meiri á bóltinum enn heimamenninir og teir høvdu eisini góðar møguleikar at leggja seg á odda.

Tað restaðu átta minuttir, tá ið Emilio Izaguirre setti hol á, og fýra minuttir undan leikloki staðfesti Sulley Ali Muntari 2-0 heimasigurin.