Messi: Fabregas hoyrir heima í Barcelona

Lionel Messi er ivaleysur í, at Cesc Fabregas ynskir at spæla við FC Barcelona Lionel Messi vónar, at hann kemur at spæla á sama liði, sum Cesc Fabregas komandi kappingarár. Tað er væl kent, at FC Barcelona gjarna vil hava ein sáttmála við tann núverandi liðskiparan hjá Arsenal.

 

Lionel Messi hevur góðar vónir um, at hetta kann gerast veruleiki í summar: - Eg vóni, at hann kemur til okkum. Tað er sjálvandi upp til hann, men hann hevði ikki riggað saman við nøkrum øðrum liði enn okkum, sigur Lionel Messi við spanska blaðið ?Sport?.

 

Messi heldur, at Fabregas er nógv tann týdningarmiklasti spælarin hjá Arsenal, og at Arsenal byggir spælið upp rundan um Fabregas: - Spælið hjá Arsenal er ógvuliga nógv tengt at Fabregas. Teir geva honum bóltin alla tíðina, so tað er givið, at hann hevur ógvuliga stóran týdning fyri liðið.

 

Messi er ivaleysur í, at Barcelona fer at megna at koppa Arsenal tá liðini møtast í tí seinnu Champions League áttandapartsfinaluni á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona. Arsenal vann 2-1 í tí fyrra dystinum á Emirates leikvøllinum í London. - Vit høvdu ikki uppiborið at tapa mikukvøldið. Um vit megna at fáa sama spæl fram, sum var í fyrra hálvleiki, so hava vit góðar møguleikar at vinna okkum víðari í kappingini, sigur Lionel Messi við ?Sport?.