Útnevningarnar til heimsins bestu leikarar, venjarar o.a. hava verið á stóra Ballon d'Or-tiltakinum í Kongresshaus í Zürich í kvøld.
Sum vera man, so vóru flestu eyguni vend ímóti útnevningini av heimsins besta mannliga leikara, har Lionel Messi, Cristiano Ronaldo og Neymar vóru tilnevndir.
Tað var Lionel Messi, sum varð útróptur sum heimsins besti fótbóltsspælari. Hetta var fimtu ferð, at hann vann hendan heiðurin. Seinastu tvey árini hevur Cristiano Ronaldo vunnið.
Heimsins besti kvinnuligi leikari gjørdist Carli Lloyd úr USA. Hinar báðar tilnevndu vóru Aya Miyama úr Japan og Celia Sasic úr Týsklandi.