Messi bjargaði Barca

El Clasico verður dysturin nevndur. Og kanska størsti fótbóltsdysturin av øllum livdi so sanniliga upp til navnið, tá Real Madrid leygarkvøldið var á vitjan á Camp Nou hjá Barcelona

Seks mál. Eitt reytt kort og hat-trick av argentinska Messi var kryddið í einum dysti, har intensitetur, stoltleiki og vinnaravilji lýstu úr hvørjum einasta spælara.
Ófatuligi stuðulin, sum heimaáskoðararnir vanliga geva sínum liðum í uppgerðini, hevur gjørt útisigrar til eitt sera sjáldsamt fyribrigdi í El Clasico, men tað var tó um reppið, at Real Madrid fekk ein sjáldsaman av slagnum leygarkvøldið. Ein møguleiki, sum Lionel Messi tó steðgaði.
Tríggjar ferðir var Real Madriod á odda. Fyrstu ferð eftir bara fýra minuttum, tá Ruud van Nistelrooy fekk ovmikið av plássi, so hann kundi skora av brotsteigarmarkinum.
Fyrst royndi Eto’o seg av brotsteigarmarkinum, og tá Messi løtu seinni royndi seg úr sama stað, sang bólturin í meskunum.
Tann støðan helt tó ikki leingi. Minuttin eftir feldi Oleguer Guti í kriminella økinum, og so kundi Nistelrooy skora sítt seinna mál í dystinum.
Verjuspælið var ikki hásætinum, og møguleikarnir skolaðu báðar vegir. Og enn einaferð kundi Messi javna. Hesa ferð tá hann var fyrstur á returbólti frá eini Ronaldinho-roynd.

Útvísing gav Madrid møguleikan
Opna spælið helt fram. serliga var Barcelona heilt nær við. Men tá teir beint fyri steðgin msti Oleguer, sum fekk sítt sienna gula kort, lá seinni hálvleikur beint til gestirnar.
Barcelona royndi framvegis at skapa nakað, men Madrid var tó eisini nær við. Og 18 minuttir fyri tíð gav hetta úrslit, tá Sergio Ramos stútaði frísparksinnlegg.
Við 10 monnum legði Barcelona tó stórt tryst á seinastu løtuna. Real Madrid helt tó skansan í 90 minuttir, men í 91. minutti skrivaði Messi seg í ævigu søgubøkurnar hjá Catalanum, tá hann við vinstra beini meddaði bóltin fram við Casillas, so skommin varð fyribyrgd.
Javnleikurin ber við sær, at Barcelona framvegis er oddalið saman við Sevilla. Tey hava 50 stig. Real Madrid er á fjórða plássinum við 45 stigum.