Messi avgjørdi í yvirtíðini

Lionel Messi vísti í kvøld av álvara sítt virðið, tá hann í yvirtíðini avgjørdi El Clasico dystin móti Real Madrid

Heimskenda El-Clasico uppgerðin, sum er uppgerð millum sponsku stórfeløgini, Real Madrid og FC Barcelona, hevur í kvøld verið spæld.

 

Undan dystinum var trýstið á FC Barcelona, tí Real Madrid var undan dystinum á odda við trimum stigum, umframt at FC Barcelona hevur spælt ein dyst fleiri enn arvafíggindarnir úr Madrid.

 

Talan var um eina frálíka fótbóltsuppliving, sum bjóðaði uppá fimm mál, intensitet og eitt reytt kort. Dysturin bylgjaði aftur og fram alla tíðina, og ikki fyrrenn í yvirtíðini fall avgerðin í dystinum.

 

Tað var annars heimaliðið, Real Madrid, ið byrjaði dystin betur. Teir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, tá miðvallarin, Casemiro, slapp at standa ógvuliga leysur, eftir at Sergio Ramos hevði rakt á stongina. Hann setti lættliga bóltin í netið til 1-0.

 

Men stutt undan hálvleikinum, slerdi argentinski gandakallurin, Lionel Messi, til. Við lítlum plássið fekk hann sneitt seg framvið Real Madrid leikarum, soleiðis at hann fekk smekka til við vinstra beininum til 1-1.

 

Eitt korter fyri leiklok sá tað eisini út til at dysturin varð avgjørdur. Tá legði FC Barcelona seg á odda 2-1, umframt at Real Madrid leikarin, Sergio Ramos, varð vístur beinleiðis av vølli við reyðum kortið.

 

Men onkursvegna eydnaðist tað Real Madrid at koma inn aftur í dystin. Eftir væl spælt álop, fekk innskifti, James Rodriguez, fótin á innlegg úr vinstru stutt fyri leiklok, soleiðis at støðan tá var 2-2.

 

2-2 javnleikur sá eisini út til at vera endaliga úrslitið, sum klárt var eitt betur úrslit fyri heimaliðið Real Madrid. Men í seinasta sekundunum slerdi argentinski, Lionel Messi, einaferð enn til. Hann kom at standa væl fyri beint uttanfyri brotssteigin, eftir eitt innlegg úr vinstru síðu, og gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í netið til endaliga úrslitið 3-2.

 

Sostatt er als einki avgjørt í sponsku La Liga enn, har Barcelona og Real Madrid nú eru jøvn í stigum. Tó hevur Real Madrid leikt ein dyst færri enn Barcelona, og hava teir tískil eitt sindur betri kort á hondini til endaspurtin enn Barcelona.

 

 

Real Madrid – FC Barcelona 2-3 (1-1)