Í gjár var seinna hálva av triðja umfari í bólkaspælinum í Champions League. Millum serligu hendingarnar var, at Lionel Messi skoraði sítt mál nummar 100 í Champions League. Hann er nú í serstøkum bólki saman við Cristiano Ronaldo, sum er tann einasti annar, ið hevur klárað tað.
FC Barcelona vann 3-1 á Olympiacos úr Grikkalandi. Dysturin var ikki uttan hendingar, tí umframt søguliga málið hjá Lionel Messi, so bleiv kendi miðverjin hjá FC Barcelona, Gerard Pique, útvístur. Hann fekk sítt seinna gula kort, tá hann nýtti hondina fyri at skora upp á eitt innlegg.
Katalanska stórfelagið hevur fult stigatal, meðan Juventus hevur seks stig, eftir at teir vunnu 2-1 á Sporting Lisabon.
Ungur málverji í andglettinum
Í bólki A vann Manchester United 1-0 á útivølli móti Benfica. Stóra søgan frá dystinum er, at bara 18 ára gamli málverjin úr Belgia, Mile Svilar, stóð í mál fyri heimaliðið. Hann átti stóran lut í málinum, men eftir dystin fekk hann nøkur góð orð við at vegnum frá landsmanninum í Manchester United, Romelu Lukaku. Manchester United hevur fult stigatal.
Favorittarnir vunnu
Í bólki B eru tveir risafavorittar í PSG og Bayern Munchen. Nýríka franska høvðusstaðarliðið vann lættan 4-0 sigur á belgiska Anderlecht. Heimsins dýrastu, Neymar Jr og Kylian Mbappe, skoraðu hvør sítt, meðan Edinson Cavani og Ángel Di María eisini komu á máltalvuna.
Bayern Munchen, sum hevur nýggjan venjara í Jupp Heynckes, vann eisini lættan sigur á Celtic. Thomas Muller legði fyri, meðan verjuspælararnir, Joshua Kimmich og Mats Hummels, stútaðu hvør sítt mál í 3-0 sigrinum.
Undirhald á brúnni
Báðir dystirnir í bólki C endaðu við javnleiki. Chelsea spældi á Stamford Bridge 3-3 javnleik móti AS Roma. Eitt sindur sermerkt er, at øll málini hjá AS Roma komu frá fyrrverandi Manchester City spælarum. Tað fyrsta frá Aleksandar Kolarov, meðan Edin Dzeko skoraði hini bæði.
Í Aserbadjan megnaði Qarabag FK at spæla málleysan javnleik móti Atletico Madrid. Hetta er fyrsta stigi hjá teimum í bólkaspælinum, meðan Atletico Madrid er um at koma í trupulleikar, tí liðið hevur bara fingið tvey stig.