Messell gevur út virtuella útgávu

Helvtin av Maður:Glotti Messell gevur í hesum mánaðanum enn eina útgávu út sum einstaklingur. Talan er ikki um eina fløgu, men um eina virtuella útgávu, ið verður at fáa í flestu alnettónleikahandlum.


 
Nýggja útgávan eitur Vibrations, á henni er 8 løg innspæld live í upptøkuhølinum. Í sambandi við útgávuna heldur Mesell útgávuframløgu í Skråen í Aalborg 23. mars, har tónleikurin verður spældur fyri áskoðarum og serliga innbodnum fjølmiðlum.
 
Enn er útgávudagurin ikki settur endaliga. Men tað er greitt, at útgávan verður at fáa m.a. í hesum alnettónleikahandlum: iTunes, tdconlie.dk og box.dk.