Mess.fo letur aftur

Heimasíðan hjá MESS letur nú aftur. Tað boðar ungdómsportalurin frá í morgun. - Tað er heilt einfalt ikki nóg stórur áhugi hjá lýsarum fyri einum ungdómsportali, sigur Rógvi Róin, stjóri í Mess Media, við heimasíðuna.

 

Hann sigur, at undirtøkan millum ungdómin hevur verið góð, men tað hevur ikki samsvarað við lýsingarinntøkurnar.

 

- Tað hava vit bara ikki dugað nóg væl, sigur Rógvi Róin.

 

Felagið handan mess.fo, Mess Media, er framvegis virkið. Felagið byrjaði í juli við blaðnum V. Tað blaðið kemur út sum vanligt.

 

Mess hevur verið virkin seinastu 18 mánaðirnar.