Meslingarnir í 1846: Snikkarin smittaði næstan øll í Føroyum

Meslingafarsóttin í Føroyum í 1846 legði nærum alt samfelagið lamið. Sjúkan spjaddi seg frá einum manni, sum kom úr Danmark, til 6000 av teimum 7800, sum búðu í Føroyum tá. Bestu ráðini móti umfarsóttini vóru tá sum nú avbyrging av teimum sjúku, men kortini sluppu bert fá undan at verða smittað.

 

Tað var neyð og vesaldómur, sum møtti teimum báðum ungu donsku læknunum Peter Panum og August Manicus, tá teir í juni 1846 settu fót á land í Føroyum. Teir vóru sendir til landið av donskum heilsumyndugleikum, sum høvdu frætt um, at ein hervilig meslingafarsótt gjørdi um seg í fjarskotnu oyggjunum í danska ríkinum.

Tað kann lesast í Vísindavøku blaðnum, sum fæst við Sosialinum hetta vikuskiftið, og sum tíðindakvinnan Dagmar Joensen-Næs hevur skrivað.

Meslingafarsóttin kom til Føroya við einum snikkara úr Kvívík, sum hevði verið í Keypmannahavn. Ferðasambandið millum bygdir og oyggjar tá kann ikki samanberast við tætta sambandið í dag, men sjúkan spjaddi seg kortini við skjótari ferð til nærum alt landið. Tá hon hasaði av í oktober, høvdu 6000 av teimum 7800, sum búðu í Føroyum, havt sjúkuna. 150 vóru deyð. Bert 1600 høvdu ikki verið smittað.

##med6##

Meslingafarsóttin í 1846 er áhugeverd hjá søgufrøðingum, tí hon er ógvuliga væl skjalprógvað, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. - Vit hava eina rúgvu av samskifti millum myndugleikar, og vit hava heilar tríggjar nágreiniligar læknafrágreiðingar, sum vit kunnu samanbera og gera niðurstøður burturúr, sigur hann.

 

Meslingafarsóttin í 1846 minti á nógvan hátt um koronufarsóttina, sum herjar í Føroyum í dag.

Flestallir føroyingar vóru verjuleysir móti meslingunum, sum ikki høvdu verið í Føroyum síðani 1781. Eingin viðgerð og einki koppingarevni var ímóti sjúkuni. Einastu ráðini, ið fólk vistu sær, var at skýggja tey sjúku. Tað gjørdu tey í so stóran mun, at tey sjúku ikki fingu ta hjálp, tey høvdu tørv á.

##med2##

SLÓÐBRÓTANDI EYGLEIÐINGAR

Teir báðir ungu donsku læknarnir vóru sera ágrýtnir. Teir býttu landið millum sín. Panum skuldi vitja norðara partin og Manicus sunnara partinum av landinum. Teir ferðaðust millum bygdir og góvu fólki ráð um, hvussu tey skuldu verja seg móti sjúkuni.

Samstundis eygleiddu teir, hvussu sjúkan smittaði og spjaddi seg og skrivaðu frágreiðingar til donsku heilsumyndugleikarnar um støðuna í Føroyum.

Panum varð seinni heimskendur fyri læknaligu eygleiðingarnar í Føroyum, sum gjørdust slóðbrótandi fyri bæði meslingafarsóttir og aðrar umfarssjúkur.

##med7##

Hann kom millum annað eftir, at tað ganga 14 dagar, frá fólk verða smittað, til tey verða sjúk. Hann helt seg eisini kunna ávísa, at meslingar smitta, tá ið fyrstu sjúkueyðkennini vísa seg.

Hann legði eisini merki til, at eldri fólk, sum høvdu havt meslingar í 1781, ikki fingu teir aftur. Tey vóru eftir øllum at døma immun fyri sjúkuni.

Panum kortlegði smittuspjaðingina og vísti á, hvussu smittan spjaddi seg frá fyrsta sjúklinginum í Havn til nærum allar oyggjar og bygdir í Føroyum.

 

##med3##

FRÁSTØÐA OG REINFØRI

Føroyingar vistu frá øðrum umfarssóttum, at tey sjúku smittaðu. Bestu ráðini móti at gerast sjúkur vóru tí at skýggja tey sjúku.

Støðan var serliga ring í Suðuroynni, sum Manicus skuldi taka sær av. Hann ávaraði fólk ímóti allari óneyðugari samveru og heitti á tey frísku um ikki at fara í kirkju.

Skúlarnir vóru stongdir, og Manicus bað fólk um ikki at halda brúdleyp, fyrrenn heilsustøðan aftur loyvdi tí. Hann hótti við at seta bann móti øllum veitslum, um fólk ikki aktaðu.

Teir báðir donsku læknarnir hildu lítið um reinførið hjá føroyingum. Teir royndu at fáa fólk til millum annað at skifta hoyggið í sengrunum og vaska seingjarklæðir fyri at fyribyrgja smittu.

Atfinningarnar um vantandi reinføri vóru ikki væl móttiknar av øllum, men ráðini um at halda frástøðu vórðu fylgd í so stóran mun, at tað elvdi til neyð nógva staðni.

Fólk ræddust so illa meslingarnar, at hús og heilar bygdir vórðu avbyrgd, so eingin var at vera um tey sjúku og geva teimum mat og annað, tey høvdu tørv á.

Nógva staðni var neyðin so stór, at samfelagshjólini steðgaðu. Farsóttin rakti landið í hægstu framleiðslutíð frá vári út í heystið. Nógv vóru sjúk, og tey frísku tordu ikki út. Neytini vórðu ikki mjólkað, seyðurin ikki royttur, bøurin ikki sligin, og farið varð ikki eftir fugli. Vandi var fyri, at fólk fóru at líða hungur, tá veturin nærkaðist.

Samstundis sum Manicus ávaraði um smittu, mátti hann eisini royna at sissa fólk, so tey tordu at fara til handils og til útróðrar. Hann royndi eisini at fáa nøkur teirra, ið høvdu havt meslingar, til at hjálpa teimum sjúku og geva teimum mat.

##med4##

SAMFELAGSLIG ATLIT

Myndugleikar í Føroyum í 1846 máttu eins og í dag viga ymisk atlit upp ímóti hvørjum øðrum. Bæði heilsulig og samfelagslig atlit máttu takast, tá tiltøk skuldu setast í verk móti sjúkuni.

Størsti smittuvandin var, tá nógv fólk savnaðust, og tá ferðast varð ímillum bygdir. Fólk savnaðust serliga í kirkjunum og ferðaðust til Havnar og nakrar størri bygdir, ið høvdu handil.

Í samskifti millum landslæknan og amtmannin sæst, at teir umhugsaðu at avbyrgja ávís hús í Havn og at kvetta sambandið millum Havnina og bygdirnar. Teir samdust tó um ikki at seta tílík tiltøk í verk, tí tað fór at økja um óttan millum fólk og fáa ov stórar avleiðingar fyri handilsviðurskiftini.

Eisini hildu myndugleikarnar tað hava stóran týdning, at fólk sluppu í kirkju, og vildu ikki stongja kirkjurnar.

Spurningurin um tilmæli ella forboð var eisini frammi í 1846. Í samskiftinum millum myndugleikarnar sæst, at tað var ivasamt, hvørjar heimildir teir høvdu at seta forboð í verk.

Vánaliga støðan nógva staðni gjørdi eisini, at neyðugt var við hjálparpakkum. Manicus bað um hjálp úr Fátækrakassanum til tær harðast raktu bygdirnar í Suðuroynni. Tey neyðstøddu fingu havragrýn og eitt sindur av peningi, og Manicus býtti eisini sjálvur út saft og frukt til fólk.

##med5##

Tjóðskjalasavnið hevur nógv tilfar um meslingafarsóttina í 1846. Guðrið Poulsen, savnshjálpari á Tjóðskjalasavninum, hevur leitað í kirkjubókum, læknafrágreiðingum og brævaskifti eftir upplýsingum um meslingarnar. - Hetta hevur verið sera spennandi at arbeitt við, tí tað er sjáldsamt, at vit hava so nógvar keldur til hendingar í føroyskari søgu, sigur hon.


SMITTAN DOYÐI ÚT

Hóast øll góð ráð og tiltøk um frástøðu og reinføri, eydnaðist tað bert í einstøkum oyggjum og bygdum at avmarka smittuna ella halda henni heilt burtur. Tá sjúkan hasaði av, høvdu næstan øll fólk í Føroyum verið smittað við meslingum. Bert 1600 av tilsamans 7800 føroyingum sluppu undan at verða smittað.

Seinasti sjúklingur, sum er skrásettur at vera deyður av meslingum, doyði 1. oktober. Tá vóru sambært kirkjubókunum 121 fólk deyð av sjúkuni í Føroyum. Fleiri doyðu eisini av fylgisjúkum av meslingum. Landslæknin metti, at tilsamans høvdu meslingarnir tikið lívið av umleið 150 fólkum hetta árið.

Panum og Manicus fóru úr Føroyum aftur í november 1846.

Meslingafarsóttir vóru aftur í Føroyum fleiri ferðir, men gjørdu ongantíð aftur eins nógv um seg sum í 1846.

Í 1963 funnu granskarar fram til eitt koppingarevni móti meslingum. Flestu børn verða nú koppsett móti sjúkuni, sum nú nærum er ókend á okkara leiðum.

Føroyska samfelagið er nógv broytt, síðani meslingarnir herjaðu í 1846. Men tiltøkini móti heimsumfatandi koronufarsóttini eru í høvuðsheitum enn tey somu, sum vórðu brúkt móti meslingum fyri meira enn hálvtannað hundrað árum síðani.

Gomlu ráðini um avbyrging av smittu og reinføri hava riggað so væl, at bert fá higartil eru smittað av koronu í Føroyum. Afturfyri eru eisini bert fá vard ímóti sjúkuni.

Meðan vit bíða eftir koppingarevninum, hava vit framvegis bert gomlu ráðini frá Panum og Manicus at halda okkum til.

##med8##