Friedrich Merz, sum verður nýggjur kanslari í Týsklandi eftir valið í gjár, hevur tosað í telefon við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.
Undir telefonsamrøðuni skal Merz hava sagt, at hann fór at bjóða Netanyahu á almenna vitjan í Týsklandi.
Tað skrivar skrivstovan hjá Netanyahu í eini fráboðan.
- Netanyahu, forsætisráðharri, hevði í gjárkvøldið eitt gott prát við Friedrich Merz, sum eftir týska valsigurin verður nýggjur samveldiskanslari í Týsklandi, og Netanyahu ynskti honum tillukku við sigrinum.
- Komandi samveldiskanslarin Merz takkaði forsætisráðharranum fyri prátið og segði, at hann fór at bjóða honum á almenna vitjan í Týsklandi hóast skandalu avgerðina hjá altjóða revsidómstólinum um at lýsa forsætisráðharran sum ein krígsbrotsmann, skrivar skrivstovan hjá Netanyahu.
Altjóða revsirætturin, ICC, hevur givið handtøkuboð um ísraelska forsætisráðharran. Hann er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í Gaza. Somuleiðis eru leiðarar úr palestinsku Hamas-rørsluni.
Hetta merkir, at lond, sum eru partur av ICC, mugu handtaka Netanyahu, um hann setir fótin á teirra jørð. Týskland er partur av ICC.
Merz váttar á tíðindafundi í dag, at hann hevur tosað í telefon við Netanyahu.
- Um so er, at hann (Netanyahu, red.) ætlar at vitja Týskland, so havi eg lovað mær sjálvum, at vit finna ein máta, sum ger tað møguligt hjá honum at vitja Týskland og fara av landinum aftur uttan at verða handtikin, sigur Merz.
Í fráboðan, sum komin eftir útsagnirnar hjá Merz, minnir ICC á, at lond, sum eru parutr av ICC, hava lógarskyldu at umsita avgerðir hansara.
Um eitt land hevur stúranir, eigur tað at verða tikið upp við rættin á ein "tíðarhóskandi og effektivan" hátt, boðar ICC frá.
- Tað er ikki upp til statirnar at einsæris meta um rættleikan í rættarligu avgerðunum hjá dómstólinum, sigur dómstólurin í Haag.
Fleiri onnur lond í ICC, eitt nú Pólland og Italia, hava áður sagt, at tey fara ikki at handtaka ísraelska forsætisráðharran.
USA er ikki partur av ICC og hevur sagt, at tað fer ikki at handtaka Netanyahu, tá hann vitjar landið, sum hann fyri stuttum gjørdi.
Ritzau/Reuters