Mertesacker gevst á landsliðnum

Týski verjuleikarin Per Mertesacker boðaði í gjár frá, at hann hevur spælt sín seinasta landsdyst

Týski verjuleikarin Per Mertesacker boðaði í gjár frá, at hann hevur spælt sín seinasta dyst á týska landsliðnum.

 

Per Mertesacker sigur at orsøkin er tann, at hann heldur vil brúka orkuna til fótbólt við Arsenal.

 

Per Mertesacker var partur av týska landsliðnum, sum fyri góðum mánað síðani gjørdist heimsmeistarar. Hann leikti 104 landsdystir fyri Týskland og skeyt 4 mál. Eitt av av teimum var skotið á Tórsvølli fyri gott og væl einum ári síðani.