Merktu grindirnar ferðast vestureftir

Grindin úr Havn er komin á slóðina av grindini úr Bø

Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar ferðast í ein útnyrðing móti Reykjanesrygginum. Hetta skrivar Havstovan í dag.

Komin vestur á Ryggin rakti grindin beint á Stóra Brand, ein kneysi á Rygginum, 45 fjórðingar úr landi, har dýpið bert er 22 metrar, og grindin vendi.

Nú er grindin so einar 30 fjórðingar eystan fyri Reykjanesryggin.

Merkta grindin úr Havn rundaði Munkagrunnin, og hevur ferðast í ein vestan.

Hon er nú suður av Ytra Banka, 120 fjórðingar úr landi. Somuleiðis er grindin eisini komin á slóðina av grindini úr Bø.

Havstovan hevur hesa myndina út á heimasíðu sína:

##med2##