Merktu grind í Sandagerði í kvøld

Ein partur av grindini, sum í góðveðrinum í dag hevur spælt sær í Nólsoyarfirði, varð í kvøld rikin inn á Sandagerð, har fólk frá Tjóðsavninum og Havstovuni settu sendarar á fýra hval.

Tilsamans 10 hval vóru í bólkinum, sum var í Sandagerði, har grindamenn og grindaformenn hjálptu fólkunum frá Tjóðsavninum og Havstovuni at seta teir fýra sendarar á fýra av hvalunum.

##med2##

Meðan seks hval lógu inni á sandinum, bíðu fýra hval so fittir uttanfyri, har teir tyktust halda eyga við hvalunum á sandinum.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, segði við in.fo seinnapartin, at frámæli um at fólk ikki skulu savnast í hópi eru framvegis galdandi, og tí verður einki gjørt við grindina.

Hann metti ikki, at grindin var stór. Um 20 hval, metti hann.

Eftir at sendararnir vórðu skrúvaðir á hornið, vórðu hvalirnir leiddir útaftur. Teir svumu eina løtu í klingur. Fyri at teir ikki skuldu gera landgongd, máttu teir rekast út aftur úr Sandagerði.

##med3##

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Koronufarsóttin bjargaði hesi grindini, sum fór út aftur úr Sandagerði uttan blóðbað.

Tá hvalirnir fóru av aftur sandinum, fagnaðu fólkini á sandinum teimum við lógvabrestum.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##