Merkt av nógvum skaðum

Tað vóru nógvir stórir skaðar í fjør og eftir tí hevði Tryggingarfelagið Føroyar eitt nøktandi úrslit Tryggingarfelagið Føroyar hevur havt aðalfund og stjórin, Gunnar i Liða, heldur, at úrslitið hjá felagnum var nøktandi, tá ið havt verður í hugað, at árið í fjør var merkt av stórum skaðum.

Hann hugsar her um flogfarið hjá Atlantsflogi, sum fórst í Stord í Noregi um eldsbrunan umborð á Stelki og Havborg.

- Tað sæst sjálvandi aftur í úrslitinum, men kortini hava vit eitt avlop upp á 79 milliónir, sigur hann.

Hetta er áleið sama úrslit, sum í 2005

Eginognin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum er nú komin heilt upp á 1,482 milliard.