Merkja mótloysi í fiskivinnuni

Tað rakar tilfeingisvinnuna meint, at nýskipanin av fiskivinnuni dregur út, sigur stjórin í Vinnuhúsinum

Høvuðsvinnan er í løtuni í bíðistøðu. Ætlaða nýskipanin av fiskivinnuni er ikki komin á mál, og á leiðini fram ímóti einari semju og nýggjari skipan, hava nógv uppskot verið frammi, vend, broytt, slept ella blástemplað. 


Framvegis er nýskipanin ikki samtykt, og útlit eru ikki fyri einari breiðari semju um nýggju skipanina.

– Yvirskipaði trupulleikin er, at tað hevur tikið so langa tíð hjá politisku skipanini at leggja karmarnar. Tað eru skjótt 10 ár liðin, síðani loyvini vórðu søgd upp, og allir flokkar hava verið líka góðir, nú tað ikki hevur borið til at gera eina nýggja skipan enn, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, við Sosialin í dag.

– Nú standa vit her fimm minuttir í tólv, og framvegis er einki hent. Tað er als ikki nøktandi. Vinnan veit ikki, um nýskipanin fer hendan veg ella handan veg, og tað órógvar fyritøkurnar. Í løtuni er vinnan merkt av mótloysi. Summi eru útlúgvað og uppgevandi, onnur royna at gera sína ávirkan galdandi. Eingin tekin eru um, at allir vinnupartar verða glaðir fyri úrslitið, men tey flestu vilja nú hava hetta málið avgreitt, so tað ber til at koma víðari, sigur Marita Rasmussen.

Longri samrøða við Maritu Rasmussen kann lesast í Sosialinum, sum kemur út í dag.