Seks dystir eru leiktir í Premier League í dag. Fyrsti dysturin varð leiktur klokkan 12.45, tá ið London-feløgini, West Ham og Crystal Palace, hittust á Boleyn Ground. Crystal Palace vann ein trivaligan 1-3 sigur í einum dysti, har West Ham næstan onki fekk at rigga.
Tað einasta av teimum heilt stóru feløgunum, ið hevur spælt í dag, var Manchester United. United tapti í síðstu viku 2-1 ímóti Swansea. Harafturat hevur verið stór ónøgd frá nógvum fjepparum viðvíkjandi bæði spælinum og taktikkinum hjá Louis van Gaal. Tískil var eitt ávíst trýst á United-liðnum undan dagsins dysti ímóti Sunderland.
Teir reyðu djevlarnir gjørdu tó sína skyldu og vunnu 2-0. Tað skuldu tó ganga 66 minuttir, áðrenn fyrsta málið varð skorað. Fyrrverandi United-leikarin, John O’Shea, feldi Radamel Falcao og so var brotsspark. At leikarin skuldi fáa reytt kort fyri hesa brotsgerð tyktist eisini at vera í lagi, men reyða kortið bleiv givið til skeivan mann. Wes Brown, ein annar fyrrverandi United-leikari, fekk reyða kortið, sum John O’Shea átti. Hetta darvaði tó ikki Wayne Rooney, ið var tryggur úr 11 metra fjarstøðu. Rooney var aftur klárur í 84. minutti, tá ið hann skoraði til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sigurin merkir, at Manchester United lyftir eg upp á eitt fyribils 3. pláss.
Her eru dagsins úrslit úr Premier League:
West Ham 1 - 3 Crystal Palace
Burnley 0 - 1 Swansea
Manchester United 2 - 0 Sunderland
Newcastle United 1 - 0 Aston Villa
Stoke 1 - 0 Hull
West Bromwich Albion 1 - 0 Southampton