Í dag, 1. apríl, verður MBM 20 ár. Í tí sambandinum verður skipað fyri móttøku á MBM í Hoyvík. Opið verður millum klokkan 13 og 16.
Hendan sama merkisdag leggur ein av undangongumonnunum í lutafelagnum, MBM, frá sær sum bóndi. Tað er bóndin á Hoyvíksgarði, Hanus Vang, sum letur festið upp í hendurnar á fýraogtjúgu ára gamla systursoninum, Sigerti Paturson.
Eisini á Hoyvíksgarði verður móttøka. Millum klokkan 17 og 20.30 eru fólk vælkomin niðan á Vatnaskørð at heilsa upp á fráfarandi festaran og unga eftirmannin. Í hjallinum og í túninum verða ein snapsur ella ein bjór bjóðað. Men eisini til teirra, ið ikki bera sterkt í sín munn, verður okkurt flótandi, frættist av Hoyvíksgarði.










