Merkið veittrar fyri Bush

Anders Fogh Rasmussen, forsetisráðharri, vitjar í dag George Bush á ranchuni hjá amerikanska forsetanum. Á skránni er m.a kríggi í Irak, segði Fogh við Merkinum aftan fyri sær Tað er bara 16 statsleiðarar, sum hava havt høvið at vitjað George Bush á ranchuni, og hetta er fyrstu ferð at Anders Fogh Rasmussen fær heiðurin.

Umframt at súkla saman á mountainbike, sum bæði Fogh og Bush dáma væl, so skulu teir báðir tosa um Irak, Afghanistan og Kyoto avtaluna.

Fogh hevur verið ein av hollastu stuðlunum hjá Bush í krígnum í bæði Irak og Afghanistan, og danski forsætisráðharrin ætlar eisini at royna at fáa Bush at undirskriva Kyoto avtaluna áðrenn altjóða umhvørvis toppfundin í Keypmannahavn komandi ár.

Á tíðindafundinum, har Fogh greiddi frá vitjanini, veittraðu bæði grønlendska og føroyska flaggið aftanfyri forsætisráðharran.

Føroyska Løgtingið samtykti í 2003 at boða frá, at Løgtingið ikki stuðlaði krígnum í Irak, uttan so at tað varð samtykt av ST.

Og Føroyar hava - eins og USA - ikki staðfest Kyoto avtaluna.

Um hesi føroysku undantøk verða tikin upp á vitjanini í Texas í dag kom ikki fram á tíðindafundinum.

Tíðindafundurin var sendur á tíðindatænastuni hjá TV2 á netinum. Trýst her<a>