Merkið skal í tingsalin

Sjálvstýrisflokkurin leggur uppskot fyri Løgtingið um at útvega Merkinum eitt virðiligt pláss í tingsalinum. Uppskotið verður lagt fram á tingfundinum í dag, og við tí vil flokkurin vísa Merkinum og tjóðini, ið tað umboðar, størri virðing og meiri ásýniligt pláss í tingstarvinum, siga tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi.

Sjálvstýrisflokkurin sigur, at grannatjóðir okkara í Útnorði, Ísland og Grønland hava tjóðarfløggini hangandi fremst í tingsalinum, og at tað er eingin ivi um, at grønlendingar og íslendingar eru ernir av samleika sínum, og tað er sjálvsagt, at teir eins og flestu aðrar tjóðir velja at hava flaggið standandi frammalaga og ásýniligt í tjóðarhallum sínum.

Uppskotið um at fáa Merkið inn í tingsalin verður lagt fyri Løgtingið á fundinum, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin.