Tey flestu, sum hava sæð brot úr setanini av Fólkatinginum í gjár, munnu hava lagt merki til ovurstóra Dannebrog, sum hekk aftan fyri talarastólin.
Orsøkin til, at flaggið hongur á vegginum er, at vovna teppið, sum eigur plássið, er til reins. Tað verður hongt upp aftur, og Dannebrog tikin niður aftur, tá teppið er klárt. Pia Kjærsgaard, formaður í Fólkatinginum fyri Danska Fólkaflokkin, hevur avgjørt, at ímeðan skal Dannebrog prýða tingsalin.
Meiningarnar um flaggið hava verið ólíkar. Nógv fegnast um, at danski tjóðskapurin so týðiliga verður vístur í salinum, meðan onnur halda, at tað minnir ov nógv um víðgongdar rørslur og onkur hevur tosað um nasistiskar tilstandir.
Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, var við til setanina í Fólkatinginum í gjár og á Facebookvanga sínum spyr hann, um hatta kanska hevði verið eitt hugskot í Løgtinginum eisini.
Viðmerkingarnar eru deildar. Fleiri siga, at hann ikki skal vága sær at røra málningin hjá Ingálvi av Reyni, meðan onnur stuðla løgtingsformanninum. Millum stuðlarnar eru fyrrverandi løgtingslimirnir Helgi Abrahamsen og Bjarni Kárason Petersen.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann ongar ítøkiligar ætlanir hevur á økinum, men at hann hevur hugsað um, hvussu Merkið kann koma til størri heiður í tingsalinum.
- Tað eru nøkur ár síðani, at Merkið fekk innivist í tingsalinum, men sum nú er stendur tað eitt sindur forfjónað, kroyst inn í eitt horn aftan fyri tingformannin. Eg havi hugsað eitt sindur um, hvussu vit kunnu geva tí eitt betri pláss, og tá er ein møguleiki at lata tað hanga aftan fyri løgtingsformannin, sigur Páll á Reynatúgvu.
- Spurningurin er, um tingsalurin er egnaður at hýsa Merkinum á annan hátt. Tað besta hevði verið, at tað ikki stóð í eini flaggstong og hekk upp og niður, sum nú. Ein annar møguleiki er, at tað hongur í eini stong út frá vegginum ella úti á síðunum á onkran hátt, sigur hann.
Málningurin, sum í løtuni hongur aftan fyri Løgtingsformannin, hevur Ingálvur av Reyni málað. Málningurin er ein tulking av yrkingini Gjøgnum Tíð og Rúmdir eftir Janus Djurhuus.