Merkel: Yvirgangur má ikki vinna

Ikki óvæntað, so fylti yvirgangur nógv, tá Angela Merkel, týski kanslarin, í morgun bar fram sína nýggjársrøðu til týsku tjóðina einans tvær vikur eftir, at yvirgangsmaðurin Anis Amri drap 12 fólk og særdi 49 onnur í Berlin.


Tað var tó ikki einasta yvirgangsálopið í Týskland í ár. Fyrr í ár dráp ein afganskur tannáringur, ið var í landinum sum flóttafólk, fimm fólk, tá hann við eini øks leyp á ferðafólk á einum toki, og eitt sýriskt flóttafólk, ið fekk noktað friðskjól í landinum, særdi 15 fólk uttanfyri eitt skeinkistað í Ansbach, tá hann sprongdi seg sjálvan í luftina.


Í røðuni staðfesti týski kanslarin eisini, at islamskur yvirgangur er størsta hóttanin móti týsku tjóðini, men at týskarar ikki mugu lata slíkar hendingar broyta politisku hugsjónina, ið landið er bygt á.


- Tað er serliga beiskt og vamlisligt tá yvirgangur er framdur av fólkum, ið siga seg søkja friðskjól í okkara landi, segði kanslarin.


Hóast Angela Merkel hevur verið undir hvøssum atfinningum fyri sína politiska kós innan flóttafólkapolitikk, ið hevur ført til, at Týskland hevur tikið móti umleið einum millión flóttafólkum í 2015, so sló hon í røðuni fast, at tað var ein týdningarmikil og røtt avgerð.


- Alt hetta speglast í okkara fólkaræði, rættarsamfelag og virðum. Tey eru tað øvugta av hatursfyltu verðini hjá yvirgangi og vil prógva seg at vera sterkari. Saman eru vit sterkari. Okkara ríki er sterkari, segði Angela Merkel.


Angela Merkel heitti eisini á vanliga borgaran ikki at lata seg kúga av yvirgangi.


- Sum vit halda fram í okkara lívi og arbeiði, siga vit við yvirgangsmenninar: ”Tit eru hatursfyltir drápsmenn, men tit avgera ikki hvussu vit liva ella ynskja at liva. Vit eru fræls, umhugsin og opin”, segði Angela Merkel.


Týski kanslarin nevndi eisini onnur mál, ið hava eyðkent 2016, m.a. bretsku fólkaatkvøðuna, ið endaði við at bretar valdu at byrja tilgongdina at fara úr ES. Í røðuni staðfesti hon, at tað als ikki er ein gongd leið fyri týsku tjóðina.


- Nei, vit týskarar skulu aldrin lata okkum lumpa at halda, at ein eydnusom framtíð kann vinnast við at standa einsamøll sum tjóð, segði kanslarin.


Angela Merkel hevur verið týskur kanslari síðan 2005, men fallandi undirtøka fyri hennara flóttafólkapolitikki hevur gjørt stóran skaða á hennara umdømi og undirtøku millum týskarar, nú tjóðartingsval verður í heyst.