Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, er tann valdsmesta kvinnan í heiminum. Tað heldur í hvussu er amerikanska tíðarritið Forbes, sum hevur gjørt eitt yvirlit yvir tíggju tær valdsmestu kvinnurnar. Av teimum tíggju eru seks politikarar og fýra vinnulívsleiðarar.
Tann vinnulívskvinnan, sum verður mett at hava mest vald, er Indra Nooyi, sum er stjóri í amerikonsku fyritøkuni Pepsi.
Fimm tær ovastu kvinnurnar á listanum hjá Forbes eru
1. Angela Merkel, 57 ár, týskur samveldiskanslari.
2. Hillary Clinton, 64 ár, amerikanskur uttanríkisráðharri
3. Dilma Rousseff, 63 ár, brasilskur forseti
4. Indra Nooyi, 56 ár, aðalstjóri í Pepsi
5. Sheryl Sandberg, 42 ár, aðalstjóri í Facebook.