Merkel: Putin vil oyðileggja Evropa

- Vladimir Putin hevur gjørt eitt stórt mistak, tí tað er als eingin umbering fyri harðrenda krígnum hjá Russlandi í Ukraina.

Fyrrverandi týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevði í gjár sína fyrstu stóru samrøðu við ein tíðindamiðil, sjónvarpsrásina Phoenix, síðan hon fór frá sum samveldiskanslari í 2021.

 

Angela Merkel og Valdimir Putin hittust javnan tey 16 árini, hon stóð á odda fyri Týsklandi, og myndin oman fyri er tikin í januar mánaði fyri tveimum árum síðan.

 

Í samrøðuni fanst fyrrverandi samveldiskanslarin harðliga at russisku krígsførsluni í Ukraina.

 

Sambært ávísini, Frankfurter Allgemeine, segði Angela Merkel, at Vladimir Putin vil oyðileggja ES, tí hann heldur upp á, at ES er ein "forleypari" fyri Nato. 

 

Í samrøðuni segði fyrrverandi samveldiskanslarin, at hon ikki hevur veirð naiv mótvegis Russlandi og forseta landsins, Vladimir Putin, í sínari 16 ára longu stjórnartíð.

 

Hon viðgekk tó, at atferðin hjá russiska forsetanum við Krim-hálvoynni í 2014 átti at havt fingið størri avleiðingar, tó at fleiri tiltøk tá eisini vórðu sett í verk móti Russlandi. 

 

Angela Merkel heldur, at avgerðin hjá Russlandi at leypa á Ukraina er eitt vegamót, og hon segði seg stúra fyri avleiðingunum av hesum.

 

- Eg haldi, at hetta er fíggindaskapur móti vestliga demokratiska modellinum. Tað finst eingin verja fyri hesum harðrenda og ólógliga álopskrígnum hjá Russlandi.

 

Fyrrverandi týski samveldiskanslarin heldur eisini, at Vladimir Putin hevur gjørt eitt stórt mistak, og hon legði dent á, at als eingin umbering finst fyri atgerðunum hjá Russlandi í Ukraina.