Angela Merkel sær út at endurvinna valdið í Týsklandi sunnudagin, tá val verður í Týsklandi.
Undirtøkan hjá Angelu Merkel sum kanslari, var annar lág herfyri, serliga eftir álopið í Köln, tá fleiri innflytarar gjørdu seg inn á fleiri kvinnur.
Tá týski javnaðarflokkurin, SDP, kunngjørdi, at Martin Schulz, fyrrverandi formaður í ES parliamentinum, skuldi leiða flokkin framyvir, var mett, at hann fór at gera eitt gott val. Tað hevur tó ikki víst seg at verða so og flokkurin hevur longu tapt fleiri local val.
Nýggi høgravendi flokkurin AfD, sær út til at fáa eitt gott val. Flokkurin liggur á eini 11% og sær út at gerast størstur av teimum smærri flokkunum. Flokkurin er sera kritiskur um flóttafólk og um ES og hevur leingi sagt, at Týskaland skal steðga við at taka fleiri flóttafólk inn og skal koyra tey til heim til londini, har tey komu frá.
Tað verður tosa um fleiri samgongu møguleikar. Núverandi samgonga millum CDU, ið er flokkurin hjá Merkel og SDP, ið er týski javnaðarflokkurin, verður mett sum tann mest sannlíka.
Seinastu tølini vísa, at CDU og samstarvsflokkurin CSU, fáa 36%. SDP fær 22% og AfD fer at fáa 11%. Liberali FDP stendur at fáa 9%, grøni flokkurin liggur á 7% og vinstarvendi flokkurin Die Linke, fer at fáa 11%.










