Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, staðfestir, at Kina og Japan vísa vilja til at bremsa globalu upphitingini, men at sum heild halta fyrireikingarnar til COP15. Hon leggur dent á, at ynski hennara er, at fleiri framstig henda í fyrireikingunum til ST-veðurlagstoppfundin, sum verður í Keypmannahvn í desember mánaði.
- Eg eri ikki nøgd við fyrireikingarnar uppundir Keypmannahavnarfundin, sigur Merkel, ið er á veg til G20-toppfundin í Pittsburgh í USA, sambært Ritzau-tíðindastovuni.
- Stór framstig eru hend - serliga frá kinesiskari síðu og nú eisini frá japanskari síðu, men eg má siga, at tá eg hyggi at, hvat framvegis er eftir at fáa uppá pláss undan toppfundinum í Keypmannahavn, kunnu vit ikki vera nøgd, sigur Merkel.
Endamálið við veðurlagstoppfundinum í Keypmannahavn í døgunum frá 7. til 18. desember er at orða eitt nýtt altjóða skjal, sum skal avloysa Kyoto-avtaluna, ið gongur út í 2012.
Fyrr í vikuni vóru meira enn 100 leiðarar úr øllum heiminum á ST-toppfundi í New York um veðurlagið. Her lovaði kinesiski forsetin, Hu Jintao, at Kina fer at skerja útlátið av CO2, samstundis sum landsins búskapur veksur.
Nýggi japanski forsætisráðharrin, Yukio Hatoyama, varð á fundinum í New York róstur fyri at hava lagt fram eina framsøkna veðurlagsætlan.










