Mercy Ships takkar føroyingum

Vegna leiðslu og manning á Anastasis ynskja vit at takka øllum tykkum fittu og vælsignaðu fólkum í Føroyum, sum gjørdu, at ferð okkara í Føroyum varð so væleydnað.
Takk fyri at tit vitjaðu okkum umborð, fyri alt tað sjálvbodna arbeiðið, fyri tær mongu gávurnar og tann ótrúliga blíðskapin, tit sýndu okkum. Tykkara gávumildni og stuðul røkka allan vegin til strendurnar í Vesturafrika.

Vit síggjast!

Daslim Small,
aðalstjóri, Anastasis
Mercy Ships
www.mercyships.org