Mercedes-Benz óttast ikki rákið í Evropa, har bilarnir verða skattaðir alt eftir hvussu økonomiskir og umhvørvisvinarligir teir eru.
Til dømis kemur ein nýggj skattalóg í gildi í Týsklandi 1. juli, sum ger stóran mun á dálkandi og reinum bilum.
Mercedes siga í tíðindaskrivi, at hóast teir gera nógvar stórar bilar, er meginparturin av teirra bilum sera umhvørvisvinarligir.
Sum dømi nevna teir Mercedes-Benz 250 CDI í nýggjastu útgávuni við 204 hk og snúningsmomenti upp á 500 NewtonMeter. Tann bilurin koyrir 18,9 km upp á liturin og CO2 útlátið er einans 139 gram pr km ? eins og á nógvum øðrum smáum bilum.










