Mercedes mest stolna bilmerki

Mercedes-Benz er mest stolna bilmerki í Danmark. Upp á eitt ár ar talið av stolnum Mercedes-Benz meira enn tvífaldað vísa tøl frá Forsikring & Pension í Danmark.

Í 2008 vórðu 455 Mercedes stolnir í mun til 179 stolnir Mercedes í 2007. Hetta er næstan ein út av hvørjum 100 Mercedes á donsku vegunum.

Koyrir tú í einum Mercedes, er fimm ferðir størri møguleiki fyri at fáa bilin stolnan enn um tú koyrir í einum Volvo ella Opel, sigur Christian Skødt, chefkonsulentur í Forsikringsoplysningen.

Vilt tú hava ein tjóvarítryggan bil er best at keypa ein Lada. Í 2008 vórðu bert tveir Lada stolnir í Danmark og í 2007 var eingin Lada stolin.

Aftaná Mercedes koma Audi og BMW sum mest stolnu bilmerkir í Danmark.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum