Mercedes GLC Coupé concept

Hjá Mercedes-Benz hendir nógv alla tíðina, og fleiri nýggj modell eru komin á marknaðin seinastu árini.  

 

Mercedes arbeiða við einum spennandi konseptbili, Mercedes-Benz GLC Coupé Concept, sum eftir ætlan skal koma á marknaðin í 2016.

 

Seinastu árini eru eisini fleiri SUV-modell frá Mercedes komin á marknaðin, og hesin verður sostatt tann sjeyndi í røðini. Konceptbilurin hevur 3,0 litra biturbo V6 motor við 367 hk og botntrekki upp á 520 Nm.

 

Bilurin sær rættiliga sportligur út, og roknað verður við, at hann kemur at síggja út eins og hesin við smærri broytingum.