Ongin upphædd varð avdúkað, tá Tryggingarfelagið Føroyar og Norðurlandahúsið mikumorgunin skrivaðu undir stuðulsavtala, ið merkir, at tryggingarfelagið næstu tvey árini verður fíggjarligur stuðul hjá Norðurlandahúsinum.
Stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, fegnast um stuðulsavtaluna, og vísir á, at í øðrum londum eru slíkar avtalur væl kendar, og eitt nú í grannalondum okkara er vanligt, at vinnulív og mentanarlív finna saman í tílíkum samstarvi. Og hann er somuleiðis av teirri áskoðan, at tað er gott fyri allar partar, at mentan og vinnulív finna saman.
Tað gevur nýggjar møguleikar, at vit á henda hátt kunnu samstarva við vinnuligar fyritøkur sum Tryggingarfelagið Føroyar, ið samstundis hava áhuga í mentanini, sigur hann og leggur aftrat, at henda avtalan tó ikki bert er ein fíggjarlig avtala.
Hetta snýr seg eisini um annað enn fíggjarligt samstarv, tí aðalmálið við avtaluni er at gera mentanina enn meira sjónliga, sigur hann og greiðir frá, at ætlanin er at brúka stuðulin til, í størri mun at profilera og marknaðarføra húsið og tiltøkini, sum húsið skipar fyri.
Niels Halm vísir í hesum sambandi á, at tað jú framvegis eru og fara at vera Norðurlandaráðið og Føroya Landsstýri, ið standa fyri høvuðsfíggingini av Norðurlandahúsinum, men at tað sjálvandi eisini hevur týdning fyri húsið, at samstarv fæst aðrar vegir, so fleiri streingir eru at spæla á.
Á tíðindafundinum kom fram, at avtalan er serlig, á tann hátt, at báðir partar vóna, at onnur við teimum taka táttin upp, so kanska fleiri aðrar líknandi avtalur fara at verða gjørdar millum føroyskt vinnulív og Norðurlandahúsið.
Gott fyri vinnuna
Og úr Tryggingarfelagnum Føroyar verður sagt:
Vit síggja stórar møguleikar í samstarvinum, tí í okkara eygum er Norðurlandahúsið ein spennandi og savnandi mentanarmiðdepil, ið hevur havt avgerandi týdning fyri ta menning, ið hevur verið í føroyskum mentanarlívi tey mongu seinnu árini, siga Jónsvein Simonsen og Petur Elias Petersen frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Eisini vísa teir á, at hetta ikki merkir at Tryggingarfelagið gevst við at stuðla ítróttini og øðrum virksemi, sum felagið vanliga hevur stuðlað.
Okkara vón og ynski er, at vit við tíðini bert gerast ein av fleiri vinum hjá Norðurlandahúsinum, siga teir úr Tryggingarfelagnum, og teir fegnast um, at Norðurlandahúsið hesi undanfarnu árini hevur megnað at fingið bæði kend og ókend nøvn til Føroya, og at húsið á tann hátt hevur verið viðvirkandi til, at dyr eru latnar upp fyri føroyingum, ið hava leitað sær úteftir.
Av fyrimunum fyri felagið annars kunnu nevnast, at felagið í onkrum førum hevur rætt til atgongumerki til tiltøk í húsinum, umframt at felagið sleppur at læna húsið eina ferð hvørt ár, til starvsfólkatiltøk og líknandi.