Í morgin - sunnudagin 20. oktober klokkan 15 - verður mentanarvikan í Runavík sett í Løkshøll.
Tað verður Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum er vertur og fer at bjóða vælkomin, og síðan fer Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, at halda eina røðu og fer at seta mentanarvikuna Skýming 2013.
Á skránni fyri setanina er eisini hornatónleikur við Nes Sóknar Musikfelag, og annars verður upplestur, tónleikur og sangur.
Hálvan annan tíma eftir, at mentanarvikan er sett, verður gongutúrur eftir gøtuni við Toftavatn, og eisini verður heilsurenning frá Løkshøll.
Sunnukvøldið klokkan 18 letur mentanartjaldið upp á Glyvrum, og her fer Tórbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri, at halda røðu, og eisini verður tónleikur á skránni.
Meira kann lesast um tiltøkini á www.mentanarvikan.fo










