Mentanarvikan verður sett

Tað verður Elin Heinesen, stjóri í Samvit, sum klokkan 13.30 í dag fer at seta Mentanarvikuna, sum verður í Runavíkarøkinum alla hesa vikuna. Eftir setanina, vitjar Bassi børnini við onkrum góðum Skráin fyri Mentanarvikuna byrjar í dag sunnudagin 28. oktober og endar sunnudagin 4. november. Tað merkir, at mentanarligu tiltøkini vara í tilsamans átta dagar.

Skráin er á tremur við áhugaverdum mentanarligum tiltøkum ? alt frá listaframsýningum, tónleikatiltøkum, føroyskum dansi, ymiskum barnatiltøkum til fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og annað.

Í stuttum kann sigast, at her verður undirhaldi og mentan fyri øll.

Elin Heinesen, stjóri í Samvit, fer at seta Mentanarvikuna á torginum við býráðshúsini nú klokkan 13.30.

Eftir setanina vitjar Bassi børnini við onkrum góðum.

Meðan mentanarligi parturin byrjar longu í dag, byrjar FaroExpo týsdagin 30. oktober.

Altjóða vinnustevnan varar í tveir dagar, og heldur soleiðis fram mikudagin 31. oktober.

Í fjør setti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, stevnuna, men hesaferð verður tað Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið fer at seta FaroExpo.

Meðan sjálv vinnustevnan í Ítróttarhøllini í Runavík bert er fyri fyritøkurnar, sum eru við, eru fyrilestrarnir, sum er ráðstevnuparturin av FaroExpo, almennir.

Fyrilestrarnir verða í Kelduni í Skálafirði seinnapartin týsdagin 30. oktober.