Meðan borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen verður vertur, fer Hilmar Jan Hansen at seta mentanarvikuna í Løkshøll. Árliga mentanarvikan, sum verður hildin í Runavíkarøkinum í somu viku, sum vinnustevnan FaroExpo er, verður sett í Løkshøll sunnudagin 24. oktober klokkan 15.
Vertur við setanina verður borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, og Hilmar Jan Hansen fer at siga nøkur orð og seta mentanarvikuna.
Hetta verður sum vanligt ein hátíðarlig løta, sum í ár eisini fer at fevna um skemt, tónleik og heilsurenning.
Hornorkestrið fer eisini at seta sín dám á setanina.
Í sambandi við heilsurenningina, eru teinarnir, sum kunnu rennast ella gangast, 1) Løkshøll-Ellisheimið - Rúnarvegur/ Leitisvegur - Dalavegur - Heiðavegur - Løkshøll og 2) Løkshøl - Gerðisvegur - Posthúsbrekkan - Heiðavegur - Løkshøll.
Áðrenn farið verður at renna/ ganga, fer Nósi at býta út endurskin til luttakararnar, og tá komið er aftur til Løkshøll fáa øll vatnfløskur.
- Tiltakið í sambandi við setanina er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin til setan, skemt, tónleik og heilsurenning, verður sagt av Kunningarstovuni í Saltangará.