Mentanarvika í Sundalagnum

Fyri triðju ferð skipar Sunda komm­una fyri ment­una­r­viku, sum verður sett leygarkvøldið við kvøld­setu í Eydnuni, har Sofus D. Johannesen, bygd­ar­ráðs­lim­u­r, setur tiltakið.

– H­ø­v­­uðs­end­a­mál­ið við vik­uni er at varpa ljós á ment­­an í breið­­­um týdn­­­ingi, men eitt ann­að end­­a­mál, ið eisini vig­ar tungt, er at hava hesi ment­un­­ar­tiltøk so nógva staðni sum gjørligt, helst í hvørj­­­­ari bygd í kommununi, sig­ur Sofus D. Johannesen.
Hann sigur, at komm­­­un­an hevur boð­ið yms­um fel­ags­skap­um við at skipa fyri til­tøk­um, t. d. bygd­ar­fel­øg­um, ítr­ótt­­a­r­fel­øg­um, kirkj­u­num.

– Fleiri av hesum hava tik­ið av, men kommunan kundi hugsað sær størri á­huga, so man fekk fjøl­broytt­ari skrá, men kanska verð­ur hetta betri næsta ár.

Hó­ast tiltøkini ikki eru so mong í tali, sum onkrar aðrar komm­­un­u­r hava, so eru tey fjøl­­broytt og á­huga­verd. Her eru bæði tón­leikur, kvøldseta, fyri­lestr­ar, fram­sýn­ing, dans­ur og nógv ann­að. Allir ald­urs­bólk­ar kunnu finna til­tøk, um eru áhugaverd fyri tey, og tiltøkini eru rímuliga væl spjadd millum bygdirnar, sigur Sofus D. Johannesen.

Alment verður ment­un­arv­ikan sett í Eydnuni leyg­ar­kvøl­dið, har m. a. virð­is­løn­ir í sam­band við urt­a­garðs­kapp­ing, sum komm­un­an hev­ur skip­að fyri í summ­ar, verða latn­ar, eins og ein heið­ur­sgáva verður lat­in fyri mentunaravrik.

Mentunarvikan byrjar fríggja­kvøld­­ið 14. og endar leyg­ar­dagin 22. september 2012.