Um vikuskiftið skipaði felagið Javni fyri Mentanarstevnu 2000 í Havn.
Javni er felag hjá menningartarnaðum og familjum teirra. Og tað vóru júst menningartarnað, ið komu fram í ljósið í samband við stevnuna.
Skipað varð fyri ymsikum, har menningartarnað luttóku.
Fríggjadagin lat upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við myndum og málningum, iðmenningartarnað høvdu latið úr hondum. Elin Lindenskov, forkvinna í sosialunevnd Tórshavnar Býráðs, setti framsýningina.
Leygardagurin byrjaði við skrúðgongu frá Bursatanga og niðan í Grasagarð, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti stevnuna.
Ymisk tiltøk vóru á skránni í Grasagarði, har fitt av fólki var komið saman í góðveðrinum.
Henda dag vóru framsiýningin Atlantis og sýnigin í Lítluvík opnar. Á kvøldi var Veitsla í Badmintonhøllini.
Guðstaænasta
Sunnudagin var gGuðstænatsa á skránni. Klokkan 11 sunnumorgunin var Guðstænatsa í Havnar Kirkju, har menningartarnað luttóku við sangi og lestri. Í Lítluvík helt framsýningin fram.
Mánadagin gjørdu tey í Javna av, at hóast sýningin í Smiðjuni í Lítluvík var av, so var gott hugskot at seta tær myndir, ið tey enn høvdu, út um felagshúsini, ið eru beint við Sjónleikarhúsið í Havn.
Sileiðis var útiframsýnig mánadagin, so tey, ið komu framvið, kundu njóta mongu vøkru myndirnar í góðveðrinum









