Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.
Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og hevur tú okkurt tiltak, sum tú kundi hugsað tær at fingið við í skránna, ert tú vælkomin at senda teldubræv til torsinfo@torshavn.fo ella ringja á tel 30 24 25, skrivar Tórshavnar kommuna.
Seinasta freist at lata tilfar til skránna er týsdagin 9. mai 2023.
##med2##
##med3##
##med4##














