Mentanarnátt verður á Tvøroyri 29. mai

- Vanliga hevur dagurin, kvøldið og náttin eina ørgrynnu av tiltøkum at bjóða teimum vitjandi, og í ár verður einki undantak

Árliga mentanarnáttin á Tvøroyri verður í ár fríggjadagin hin 29. mai. 

 

- Vanliga hevur dagurin, kvøldið og náttin eina ørgrynnu av tiltøkum at bjóða teimum vitjandi, og í ár verður sanniliga einki undantak.

 

Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

- Um tú, tín fyritøka, stovnur ella líknandi, hevur hug til at verða við á mentanarnáttini við onkrum tiltaki, ber til at senda teldupost á bn(at)tvoroyri.fo ella at ringja á tlf. 214614.

 

Lagt verður aftrat, at seinasta freist at og boða frá luttøku er fríggjadagin hin 1. mai klokkan 15.